Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Um Svend Krosstein P/f

 

Fyritøkan varð stovnað í 1966, og helt fyrstu árini til Yviri við Strond í Tórshavn. Í 1980 flutti vit niðan á Háls, har fyritøkan framvegis heldur til í dag.

 

Í løtuni arbeiða 23 starvsfólk hjá P/F Svend Krosstein, harav 14 starvsfólk hava fast tilknýtið til handil og goymslu okkara. Umframt bókhald og fyrisiting hava vit eisini tríggjar tekniskar ráðgevar, ið geva tilboð og svara fyrispurningum innan HVS - virkisøkið.

 

Vit bjóða

Høvuðsvinnan hjá P/f Svend Krosstein er heilsøla, og harafturat hava vit framsýning við smásølu. Á goymslu okkara, hava vit stórt úrval av øllum innan vatnveiting, kloakk, hitaverk, sanitet og ventilatión.

Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.

Við okkara dugnaligu starvsfólkum, kunnu vit bjóða skjóta og góða tænastu til viðskiftafólk okkara um alt landið.

Eisini hevur P/F Svend Krosstein gott samstarv við handverkarar og rørleggjarar á bygd og í bý, so ynskir tú at fáa okkurt HVS - arbeiðið gjørt, kunnu vit samskipa hetta.

 

Set teg í samband við okkum



Morten Bang

Søluleiðari

Tel. 34 46 87
morten@krosstein.fo

 

 

 

 

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG