Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



DAMIXA SILHOUET

Silhouet er ein nýggj stásilig røð av kranum og blandingsbattaríum frá Damixa.

Damixa er ein donsk fyritøka, sum er kend fyri at framleiða dygdargóðar kranar, har sniðið er í fremstu røð.

Eitt sereyðkenni við Damixa eru slitsterku flaturnar á kranunum, sum varðveita sína upprunaútsjónd, sjálvt um long tíð er fráliðin.

 

Her sært tú yvirlit og prísir yvir allar Silhouet vørur

 

 

Hjá P/F Svend Krosstein hava vit umboðað og selt Damixa kranar í nærum ein mansaldur. Vit kenna Damixa sum eitt merki, har ein altíð hevur fingið góða dygd fyri ein sámuligan kostnað.

Damixa hevur við Silhouet røðini roynt seg við einum meiri stásiligum sniði, har marglæti kemur betur tilsjóndar.

 

 

Útsjónd

Silhouet røðin frá Damixa fæst í fýra ymiskum útsjóndum. 

         
  Kromað   Messing   Rustfrítt   Svart lakerað  

 

 

 

Sniðgevar

Silhouet røðin er sniðgivin av Christina Halskov og Hanne Dalsgaard. Hesar báðar kvinnurnar hava sína egnu fyritøku, har tær síðani 1990 hava arbeitt burturav við at sniðgeva alskyns lutir fyri fyritøkur sum Stelton, Holmegaard og IKEA.

Um Silhouet siga tær sjálvar:

"Vandhanen er både en funktionel brugsgenstand og et designelement i moderne hjem. Med Silhouet har vi forsøgt at skabe en moderne, enkel og indbydende serie af armaturer, som er en glæde at bruge i hverdagen. Ideen var at designe et gedigent "no-nonsense" produkt i et design og en kvalitet, som holder i mange, mange år, siger Christina Halskov. Hun tilføjer, at Damixa og Halskov & Dalsgaard Design er et rigtigt godt match, fordi begge virksomheder er dybt forankrede i den danske og skandinaviske designtradition: "Vi deler den opfattelse, at design og funktion skal hænge sammen og give mening for brugerne."

 

Damixa Silhouet fæst sum vaskkrani, køkskrani, blandingsbattarí til baðikar og brúsu, ella sum fullfíggjað brúsuskipan.

 

Her sært tú yvirlit og prísir yvir allar Silhouet vørur

 

 

Á heimasíðuni hjá DAMIXA kanst tú lesa meiri um Silhouet og hvat annað er at fáa í hesari røðini.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG