Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Ráð til at spara

Her eru sjey góð ráð um hvussu tú kann spara orku í tínum húsum.

 

Nøkur av hesum ráðum snúgva seg um viðurskifti ein sjálvur kann fara í holt við.

Sær ein seg ikki føran fyri hesum, er tað tó ikki neyðugt at brúka heilt nógvar pengar til ein handverkara.

 

1. Skrúva niður fyri shuntinum

Tað kann loysa seg at skrúva niður fyri shuntinum í summarhálvuni. Shunturin situr ofta beint omanfyri ketilin og hesin verður brúktur til at blanda framleypshitan og returvatnið. Jú lægri hesin stendur, jú meiri returvatn verður sirkulerað av nýggjum.

Hetta hevur við sær at hitin í radiatorinum ikki er eins høgur sum áður, og tí verður hitatapið eisini minni. Hinvegin er neyðugt at skrúva upp aftur fyri shuntinum í vetrarhálvuni, so at húsini halda seg heit teir køldu dagarnar.

Ein snildari loysn er at fáa sær eina elektroniska shuntstýring, ið sjálv regulerar seg eftir hitatørvinum.

Vit hava tvey sløg av ESBE shuntstýringum. Tann einfalda stýringin regulerar seg eftir einum tráðleysum termostati, ið verður settur í tað rúmið sum krevur mest hita. Hetta er oftast stovan ella køkururin. Framleypshitin verður síðani reguleraður eftir hitatørvinum í tí rúminum.

Hendan shuntskipanin CRB 122 kostar 3.665,00 krónur við mvg

Tann snildara shuntstýringin hevur ein útifølara og ein termostat, ið verður settur á framleypið. Sostatt verður framleypshitin reguleraður í mun til hitan uttandura.

Hendan shuntstýringin 90C-1A-90 kostar 3.735,00 krónur við mvg

Báðar shuntstýringarnar hava eitt tíðarforrit, so tað ber til at lækka hitan um náttina ella tá eingin er inni. Harvið gerst sparingin enn betur.

Báðar stýringarnar skulu knýtast til el.

 

 

 

2. Bjálva heitu rørini har ketilin stendur.

Óbjálvaði rør geva størri hitatap enn bjálvaði rør. Hetta merkir at heita vatnið, ið rennur fram til radiatorin ella aftur í ketilin missur orku.

Tí loysur tað seg at bjálva øll tey sjónligu rørini, og hetta er einfalt at gera.

 

Vit hava ymisk sløg av bjálving, alt eftir hvussu væl ein ynskir at bjálva, og hvussu nógv pláss er.

Vanliga verður ein grá skúmbjálving nýtt. Hendan verður smoygd rundan um rørini, og fyllir ikki tað stóra. Tvær aðrar loysnir eru, ein svørt skúmbjálving, ið er nakað tjúkkri enn tann gráa, og síðani steinullsbjálving við aluminiumsfoliu á.

Steinullsbjálvingin er tann besta av hesum trimum, men skúmbjálvingin er lættari at fáast við.

 

 

 

3. Skift brúsuhøvd fyri at spara uppá heita brúksvatnið.

Tað er ymiskt hvussu nógv vatn rennur úr einum brúsuhøvdi, men vanliga nýtur eitt brúsuhøvd áleið 12-14 litur av vatni um minuttin. Er húsfólkið í brúsu 20 minuttir um dagin, so gevur hetta íalt 240 litrar. Tað ber tó til at fáa brúsuhøvd, ið nýta minni vatn.

At skifta til eitt brúsuhøvd, ið ikki nýtir eins nógv vatn, er ikki tað sama sum at skrúva niður fyri vatninum á blandingsbattaríinum. Skrúvar ein sjálvur niður fyri vatninum, so merkir ein beinanvegin at kraftin á stráluni ikki er eins sterk. Hevur ein hinvegin eitt vatnsparandi brúsuhøvd, so verður kraftin á stráluni varðveitt.

Vit hava tvey sløg av vatnsparandi brúsuhøvdum, ið nýta ávíkavist einans 9,5 litur ella 4,8 litur av vatni um minuttin.

Tiger Malaga 5 funkur - 168,00 krónur Tiger Valencia 3 funkur - 128,00 krónur

 

 

 

4. Skift til eina nýggja sirkulatiónspumpu.

Hevur tú eina eldri sirkulatiónspumpu, so kann tað væl loysa seg at skifta hana til eina nýggja.

At skifta sirkulatiónspumpu kann krevja, at ein fær fatur á einum kønum handverkara. Sirkulatiónspumpan skal eisini knýtast til el.

Niðanfyri er leinkja til eina grein, har vit samanbera eina eldri Grundfos sirkulatiónspumpu, við eina nýggja Alpha2 Grundfos pumpu. Har ber eisini til at síggja útrokningar, sum vísa, at ein kann spara heilt nógvar pengar um árið við at skifta eina eldri sirkulatiónspump út við eina nýggja.

Spar pengar við Alpha2

 

5. Fá tær ein blandingsventil til heita brúksvatnið.

Við einum blandingsventili er tað møguligt at blanda kalt og heitt vatn og harvið fáa lægri temperatur á brúksvatninum til kranar og brúsur.

Ein blandingsventilur kann setast beint omanfyri ketilin og harvið verður alt tað heita vatnið í húsinum blandað til ein lægri hita. Tað ber tó eisini til at hava ein blandingsventil beint við ein vask- ella køkskrana. Tað er oftast her, at ein nýtur óneyðuga nógv av heitum vatn, m.a. til uppvask.

Vanliga verður viðmælt, at hitin í ketlinum skal vera millum 75 og 85 gradir. Vit hava ESBE blandingsventilar, ið kunnu fáa hitan á brúksvatninum niður á 65 gradir ella minni. Tað er ikki ráðiligt at skrúva niður fyri ketiltemperaturinum fyri at fáa ein lægri brúksvatnshita, og tí skal ein heldur fáa sær ein blandingsventil.

At fáa sær ein blandingsventil krevur ikki so nógv, ein skal bert læsa av fyri vatninum og nýta vanligt spennifittings til at knýta í.

 

 

6. Skift til termostatar

Í fleiri eldri húsum eru ventilarnir á radiatorum og gólvhita ikki termostatstýrdir. Við at skifta til termostatar fæst ein javnari hiti og tað verður ikki nýtt óneyðuga nógv orka.

Termostatar hava tann fyrimun, at teir regulera seg eftir einum føstum hitastigi, sum tú sjálvur velur. Hetta merkir, at termostaturin letur upp fyri hitanum, tá ið tað kólnar, men letur aftur, tá ið tað gerst heitt.

Afturat hesum taka termostatar hædd fyri øðrum hitakeldum. Gerst tað t.d. heitt inni, tí at sólin skínur gjøgnum vindeyga, so vil termostaturin lata aftur fyri hitanum ta løtuna.

 

At skifta termostatar kunnu øll gera. Tað kann gerast eitt størri arbeiði, ið krevur ein kønan handverkara, um ventilarnir eisini skulu skiftast. Hetta kann verða neyðugt, tí at tað ikki altíð finnast termostatar til øll sløg av ventilum.

Ert tú í iva um hetta, so er best ráðið, at tú tekur eina mynd av ventilinum og kemur við teimum til okkum, ella sendur myndirnar við telduposti, so kunnu vit geva tær nærri frágreiðing.

 

Tað ber eisini til at fáa sær elektroniskar termostatar frá Danfoss, ið kunnu spara enn meiri enn vanligir termostatar. Hetta verður gjørt við at termostaturin letur tað vera kaldari í húsinum um náttina og tá ið húsfólkið er úti um dagin.

Áðrenn ein er uppi, ella komin frá arbeiði, so er hitalagið aftur har tað skal vera.

 

 

7. Bjálva loft og gólv

Tað kann gerast ein frálík íløga at bjálva húsini, um tey eru illa bjálvað frammanundan.

Ofta eru eldri hús illa bjálvað og hetta hevur við sær, at meiri orka skal til fyri at halda húsini heit. Tað kann gerast torført at bjálva útiveggir, tí hetta krevur, at ein má taka veggjaplátur frá.

Hinvegin er ofta lættari atkomuligt at bjálva uppundir gólv í kjallara ella at bjálva uppi á ovasta lofti. Hevur ein atgongd til bjálvingina í kjallara ella á ovasta lofti, so er vert at eftirkanna hvussu tjúkk bjálvingin er.

Tað er ikki óvanligt at bjálving á ovasta lofti í nýggjum húsum er 30 cm tjúkk. Er bjálvingin í tínum lofti minni enn hetta, so er nógv at heinta við at bjálva betri.

Bjálvingin syrgir fyri at hitatapið í húsinum er so lágt sum gjørligt. At bjálva har ein lættliga sleppur til er ikki ein torfør uppgáva, men hetta kann taka drúgva tíð at fáa gjørt.

 

 

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG