Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

Atlas ein hitapumpa í heimsflokki

Fyrsta hitapumpan við einum SCOP omanfyri 6,0

 

Thermia er svensk fyritøka, sum í meir enn 40 ár hevur framleitt hitapumpur til veðurlagið í norður Evropa. Thermia var tann fyrsta fyritøkan, sum í 1973 framleiddi hitapumpur, ið høvdu ein innbygdan heittvatnstanga, so at hitapumpan kundi brúkast til bæði upphiting og til at gera heitt brúksvatn.Thermia hevur eisini gingið á odda á sínum øki og hevur ment mest framkomnu tøkni til hitapumpur.

 

 

 

Tað serstaka við Thermia Atlas er m.a. tann stóra nøgdin av heitum vatni, sum fæst úr heittvatnstanganum. Heilt upp 545 litrar av 40 °C gradir heitum vatni gevur hitapumpan, sjálvt um heittvatnstangin "einans" rúmar 184 litur.

Atlas er ein jarðhitapumpa, sum er sera væl egnað til størri sethús ella har tørvurin á heitum vatni er óvanliga stórur.

Les meiri um Thermia Atlas

 

 

Sett teg í samband við okkara ráðgevaratoymi og fá eitt óbindandi tilboð.

Um tú ynskir eina jarðhitaloysn frá okkum, so hjálp vit í allari tilgongdini.

 

  • Vit áseta stødd á hitapumpu og djúpd á jarðhitaholið.
  • Vit vegleiða viðvíkjandi umsókn til kommunu um staðseting av jarðhitaholi.
  • Vit fáa brunnborara til at bora jarðhitahol.
  • Vit syrgja fyri uppsetan av jarðhitaskipanina og uppstarti.
  • Vit gera eitt árligt eftirlit, sum tryggjar langtíðarvirði á tíni hitapumpu.
  • Vit veita 5-ára garanti til tey, ið hava viðlíkahaldsavtalu. 

 

                   
                         

HØGNI NIELSEN

Tekniskur leiðari

Tel. 34 46 08
hogni@krosstein.fo

     

TÓRHALLUR MAGNUSSEN

Tekniskur Ráðgevi
Tel. 34 46 14
     

OLAF VESTURGARÐ

Tekniskur Ráðgevi
Tel. 34 46 03
     

JAN WEIHE

Tekniskur ráðgevi
Tel. 34 46 23

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG