Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

GÓÐ TÍÐINDI TIL KOMANDI HITAPUMPUEIGARAR

Løgtingslógin um endurrindan av meirvirðisgjaldi til keyp av eltiknum hitapumpum er nú lýst og komin í gildi, við virknaði frá 1. januar 2021.

 

Hetta merkir, at tey sum gera íløgur í góðkendar hitapumpuskipanir til upphiting og heitt vatn í sethúsum og bygningum, kunnu eftir umsókn fáa endurgoldið part av meirvirðisgjaldinum av íløgukostnaðinum til hitapumpu, útbúnað og arbeiðsløn.

 

Í 2021 til og við 2023 verður alt merivirðisgjaldið endurgoldið. Í 2024 og 2025 verður helvtin av MVG gjaldinum endurgoldið, meðan tað frá 2026 og frameftir einki verður endurgoldið.

 

Tí er tað eitt gott hugskot hjá sethúsaeigarum, sum ætla at gera íløgu í jarðhitaskipan ella aðra elrikna hitaskipan, ikki at bíða ov leingi við at gera teirra ætlanir til veruleika.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG