Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

Merkismaður blivin 90 ár

Føddur í Haraldssundi, uppvaksin á Norðtoftum og í Klaksvík, tikið handilsskúlaprógv í Keypmannahavn, verið á málskúla í Onglandi og virkað sum handilsmaður í Havn í umleið hálva øld. Talan er um merkismannin, Svend Krosstein, ið við dugnaskapi hevur ment fyritøku sína til eina væl grundfesta handilsfyritøka við 25 starvsfólkum og einum breiðum skara av viðskiftafólkum kring alt landið.  

Stillførur, sum hann er, ger Svend Krosstein lítið burtur úr sær sjálvum, men hinvegin hevur hann so dyggiliga víst í verki, hvussu framsíggin og dugnaligur handilsmaður, hann hevur verið hesi mongu árini við egnari fyritøku, sum altíð hevur verið í tryggum hondum og sum er vaksin dag frá degi.

Tað var tó ikki ein yrkisleið sum handilsmaður, sum lá fremst í huganum hjá Svend Krosstein. Hann fór sum tey flestu í skúla sum sjey ára gamal. Hetta var í Klaksvík, og eftir lidnan fólkaskúla gekk leiðin víðari í realskúla. Eftir hetta var eitt starv tókt á Posthúsinum, sum hann fekk. Talan var lutvíst um eitt skrivstovustarv, og inn ímillum loysti hann postboðini av. Her kom Svend at starvast í tvey ár, og síðani vóru boð eftir honum í matvøruhandlinum hjá Jens Klæminti Isaksen, har hann eisini var í tvey ár. Eitt tíðarskeið var hann eisini innkrevjari fyri streymnýtslu.

Sjólívið skuldi eisini roynast, og tað gjørdist til ein saltfiskatúr eystanfyri. Eisini royndi hann seg sum lossari hjá Kjølbro á keiini.

Á handilsskúla og málskúla
Sum 23 ára gamal gjørdi Svend av at fara á handilsskúlan Niels Brock í Keypmannahavn  í tvey ár. Síðani søkti hann á málskúla í London, har hann var í tríggjar mánaðir. Eftir hetta tók hann við einum skrivstovustarvi í býnum í eitt hálvt ár, áðrenn hann valdi at venda nøsini aftur móti Føroyum.
Heimafturkomin fekk hann starv sum bókhaldari hjá Thomas Dam, sum hann røkti í 10 ár.

Handilsmaður av tilvild
At Svend síðani gjørdist handilsmaður, var eitt sindur av  tilvild. Ein danskur vinmaður hansara rak eina heilsølu í Havn, men doyði brádliga. Pápi hendan spurgdi, um Svend at yvirtaka handilin, og tað gjørdi Svend. Talan var um ein ógvuliga blandaðan handil, ið bæði seldi leikutoy og køkur. Eisini umboðaði heilsølan rør, takrennur og annað. Svend kom skjótt eftir, at tað var í hesum vørum, at   teir bestu forrætningsmøguleikarnir mundu vera.

Fyri at vera kappingarførur í prísi valdi hann at fara uttan um danskar 

millumhandlarar og beinleiðis til framleiðararnar, sum vóru at finna nógva aðrastaðni í heiminum, enn júst í Danmark, har flestu vørurnar annars komu frá.

Fyrstu árini húsaðist fyritøkan  í eini barakk við Skansan, sum eingilskmenn høvdu bygt undir krígnum. Her var óhappið úti í 1967, tá eldur kom í, og bæði bygningur og goymsla fóru upp í royk. Svend gavst tó ikki á hondum, men fekk bygt fyritøkuna upp aftur frá botni av, og síðani hevur bara gingið framá. Eftir eldsbrunan bygdi hann tann bygningin við Strond, har Vørn í dag heldur til, og sum hann handlaði í fram til 1980.

Virkin langt upp í árini
Tá kommunan fór undir ídnaðarútstykking á Hálsi, var Svend Krosstein ein av teimum fyrstu, sum ognaðu sær eitt grundstykki. Í 1980 stóð nýggjur bygningur liðugur, og fyritøkan kundi nú flyta inn í munandi betri høli at handla í. Her rak hann sína fyritøku trygt og væl, til hann fyri bert seks árum síðani – sum 84 ára gamal – valdi at lata yngra ættarliðið koma framat.

Í dag eru tað dóttirin, Annika Krosstein, sum, saman við manni sínum, Morten Bang, stendur á odda fyri fyritøkuni. Vøruúrvalið er innan økini orka, hita, ventilatión, hvs, vatn og kloakk, eins og fyritøkan selir alskyns veiðuútgerð til frítíðarítriv.

Svend Krosstein hevur verið uppi í nógvum øðrum enn handilsvirksemi. Millum annað var hann við til at stovna fyrsta alibrúki í Føroyum, ið nevndist Salmon, og sum byrjaði aling á Kaldbaksfirði. Hann var ein av stovnarunum av fyrsta oljufelagnum í Føroyum, Atlantic Petroleum. Harafturat varð hann valdur í nevndina í Føroya Banka, nú Bank Nordik, har hann sat í fleiri ár.

Veiðimaður um ein háls
Veiðimaður hevur Svend Krosstein altíð verið, og hugurin hevur staðið bæði til haga og hav. Eitt nú at fara á flot, fáast við seyð, skjóta harur og fiska laks. Svend hevur í nógv ár verið ein av eldsálunum í  Føroya Sílaveiðifelag, har hann var formaður í fleiri ár, og millum annað var hann við til at fáa laksatrappur gjørdar í ánni frá Leynarvatni.



Svend Krosstein giftist í 1961 við Johonnu, sum er ættað av Eiði, og tey kunnu sostatt halda diamanbrúdleyp komandi ár. Børnini eru Elna, Annika og Malan, abbabørnini eru fimm í tali og langabbabørnini seks. Bæði hava tey stóran áhuga í føroyskum dansi og hava verið virkin í Dansifelagnum í Havn seinastu 50 árini. 


Vit ynskja heiðursmanninum, Svend Krosstein, hjartaliga tillukku við 90 ára føðingardegnum, sum var 20. juni, og sum var hildin saman við nærmastu familjuni.

Johanna og Svend Krosstein

 

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG