Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

Nú kanst tú fáa bíligari streym

Um tú hevur eina hitapumpu, so kanst tú frameftir fáa streym bíligari. Frá 1. apríl 2019 verður møguligt at fáa avsláttur í prísinum.

Heldur enn at gjalda 1,89 kr fyri hvønn kWh við mvg, so ber til at fáa ein rættiliga góðan avsláttur av hesum prísi, við at fáa sær eina sjálvstøðuga eltalvu og málara til hitapumpuna.

Prísurin fyri hvønn kWh gerst eftir hesum leisti einans 1,39 kr við mvg

 

Øll kunnu fáa ágóða

Avslátturin er galdandi fyri flest allar hitapumpur, og ikki bert tær, sum eru 'luft til vatn' ella jarðhiti. Hevur tú eina 'luft til luft' hitapumpu, so ber eisini til at fáa avsláttur. Harvið er treytin fyri einum lægri el-prísi ikki avmarkaður til tey, sum hava gjørt eina stóra íløgu í hitapumpu.

Afturgjaldstíðin hjá einari luft til luft hitapumpu er nakað væl minni enn við øðrum hitapumpum, og tí kann sigast, at øll kunnu fáa ágóðan av einum lægri streymprísi fyri eina væl minni íløgu.

 

Luft til luft hitapumpur eru sum heild nakað væl bíligari enn 'luft til vatn' hitapumpur og jarðhiti. Luft til luft hitapumpur geva eitt gott íkast til siðbundna upphiting við oljuketli. Avmarkingin við Luft til luft hitapumpum er tó, at ein má finna seg í at luft verður blást inní rúmini, og tí er komforturin ikki altíð tann besti.

Her hava luft til vatn hitapumpur og jarðhiti tann fyrimun, at hitað verður upp við at nýta antin gólvhita ella radiatorar.

 

Góðkendar hitapumpur

Hjá P/F Svend Krosstein kunnu vit vísa á tí røttu loysnina fyri teg. Vit hava 'luft til luft' hitapumpur, 'luft til vatn' hitapumpur og jarðhita pumpur, sum eru góðkendar eftir bygningskunngerðini BK17.

 

Sí grein hjá SEV um teytirnar fyri lægri streymprísi

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG