Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

Nýggj vøra

Baðirúmsrenna, sum endurnýtir hita úr frárenningarvatninum. Hugsar tú grønt, so er hetta ivaleyst ein loysn fyri teg!

 

Hevur tú nakrantíð hugsað um alla ta orku, sum fer til spillis, hvørja ferð tú ert undir brúsuni.

 

Joulia Inline baðirúmsrenna endurnýtir hitan úr hesum heita frenningarvatninum og harvið gerst orkunýtslan til upphiting minni.

 

Endurnýtslan fer soleiðis fram, at kalda vatnið, sum skal blandast við heita vatnið í brúsublandingsbattarínum, verður fyrst leitt ígjøgnum rør, sum eru í sjálvari baðirúmsrennuni. Kalda vatnið verður sosatt upphitað á vegnum, og hetta ger at nýtslan av heita vatninum somuleiðis minkar.

Hitan verður sostatt endurvunnin og minni fer til spillis av hitaorku.

 

Her kanst tú eisini síggja eitt filmbrot, sum greiðir frá hvussu skipanin virkar.

https://joulia.com/en/animation

 

Síggj okkara vøruskrá, hvat vit hava á goymslu og prísir.

 

Sí eisini faldara frá framleiðara við nærri frágreiðing um vøruna. Her sært tú vegleiðingar til uppsetan, lyklatøl og mangt annað.

 

Hevur hetta tín áhugað, so ert tú eisini vælkomin at senda okkum ein fyrispurning, ella síggja vøruna í handlinum.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG