Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt

ORKUSPARANDI FRÁRENNING

Við Showersave hevur tú møguleika at endurnýta hitan úr brúsuni.

Showersave er eitt frárenningsrør, ið verður sett upp soleiðis, at spillvatnið úr brúsuni rennur ígjøgnum. Harvið ber til at endurnýta hitan úr vatninum.

 

Endurnýtslan fer soleiðis fram, at kalda vatnið, sum skal blandast við heita vatnið í brúsublandingsbattarínum, verður fyrst leitt ígjøgnum Showersave rørið. Her møtast heita spillvatnið og kalda vatnið. Kalda vatnið verður sosatt upphitað á vegnum, og hetta ger at nýtslan av heita vatninum úr hitaskipanini somuleiðis minkar.

Hitan verður sostatt endurvunnin og minni fer til spillis av hitaorku.

 

 

 

 

Myndin niðanfyri vísir hvussu skipanin virkar.

Neyðugt er at Showersave rørið verður sett loddrætt upp niðriundir brúsuni. Sostatt er skipanin bert egnað, um brúsan er á loftinum, ella kjallari er niðriundir.

 

Ein fyrimunir við Showersave, fram um aðrar líknandi skipanir, er, at hendan krevur einki viðlíkahald yvirhøvur.

 

Endurnýtslan av spillvatninum er upp til 70%

https://database.passivehouse.com/en/components/list/heat_recovery

 

Her sæst eitt sjónband av Showersave við eini Cyclone, ið ger at vatnið verður hvirlað runt.

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG