Telefon: 34 46 00    |    Mánadag - Fríggjadag: kl. 08.00 - 17.00    |    Leygardag: kl. 09.00 - 13.00
 
 
í tíni kurv
Samlað upphædd
Vís innkeypskurv
(
vørur)
Alt



Ráð til at spara

Her eru sjey góð ráð, hvussu tú kanst spara orku í tínum húsum.

  

1. Skrúvað niður fyri shuntinum

Tað kann loysa seg at skrúva niður fyri shuntinum í summarhálvuni. Shunturin situr ofta beint omanfyri ketilin og hesin verður brúktur til at blanda framleypshitan og returvatnið. Jú lægri hesin stendur, jú meiri returvatn verður sirkulerað av nýggjum.

Hetta hevur við sær at hitin í radiatorinum ikki er eins høgur sum áður, og tí verður hitatapið eisini minni. Hinvegin er neyðugt at skrúva upp aftur fyri shuntinum í vetrarhálvuni, so at húsini halda seg heit teir køldu dagarnar.

At skrúva niður fyri shuntinum, tá ið tað er kalt í veðrinum, er eisini ein góður máti at finna fram til, um radiatorarnir eru nóg stórir at skifta hitakeldu frá oljuketli til hitapumpu.

 

 

 

2. Bjálvað heitu rørini har ketilin stendur.

Óbjálvaði rør geva størri hitatap enn bjálvaði rør. Hetta merkir at heita vatnið, ið rennur fram til radiatorin ella aftur í ketilin missur orku á vegnum.

Tí loysur tað seg at bjálva øll tey sjónligu rørini, og hetta er einfalt at gera.

 

Vit hava ymisk sløg av bjálving.

Vanliga verður ein grá skúmbjálving nýtt. Hendan verður smoygd rundan um rørini, og fyllir ikki tað stóra. Tvær aðrar loysnir eru, ein svørt skúmbjálving, ið er nakað tjúkkri enn tann gráa, og síðani steinullsbjálving við aluminiumsfoliu á.

 

 

 

 

3. Skift brúsuhøvd fyri at spara uppá heita brúksvatnið.

Tað er ymiskt hvussu nógv vatn rennur úr einum brúsuhøvdi, men vanliga nýtur eitt brúsuhøvd áleið 12-14 litur av vatni um minuttin. Er húsfólkið í brúsu 20 minuttir um dagin, so gevur hetta íalt 240 litrar. Tað ber tó til at fáa brúsuhøvd, ið nýta minni vatn.

At skifta til eitt brúsuhøvd, ið ikki nýtir eins nógv vatn, er ikki tað sama sum at skrúva niður fyri vatninum á blandingsbattaríinum. Skrúvar ein sjálvur niður fyri vatninum, so merkir ein beinanvegin at kraftin á stráluni ikki er eins sterk. Hevur ein hinvegin eitt vatnsparandi brúsuhøvd, so verður kraftin á stráluni varðveitt.

Vit hava tvey sløg av vatnsparandi brúsuhøvdum, ið nýta ávíkavist einans 9,5 litur ella 4,8 litur av vatni um minuttin.

 

Tiger Malaga 5 funkur - 168,00 krónur Tiger Valencia 3 funkur - 128,00 krónur

 

 

 

4. Skift til eina nýggja sirkulatiónspumpu.

Hevur tú eina eldri sirkulatiónspumpu, so kann tað væl loysa seg at skifta hana til eina nýggja.

 

Niðanfyri er leinkja til eina grein, har vit samanbera eina eldri Grundfos sirkulatiónspumpu, við eina nýggja Alpha2 Grundfos pumpu. Har ber eisini til at síggja útrokningar, sum vísa, at ein kann spara heilt nógvar pengar um árið við at skifta eina eldri sirkulatiónspump út við eina nýggja.

Spar pengar við Alpha2

 

5. Fá tær ein blandiventil til heita brúksvatnið.

Við einum blandiventili er tað møguligt at blanda kalt og heitt brúksvatn og harvið fáa eitt lægri hitastig á brúksvatninum til kranar og brúsur.

Ein blandiventilur kann setast beint omanfyri ketilin og harvið verður alt tað heita vatnið í húsinum blandað til ein lægri hita. Tað ber tó eisini til at hava ein blandingsventil beint við ein vask- ella køkskrana. Tað er oftast her, at ein nýtur óneyðuga nógv av heitum vatn, m.a. til uppvask.

Vanliga verður viðmælt, at hitin í ketlinum skal vera millum 75 og 85 gradir. Tað er ikki ráðiligt at skrúva niður fyri ketiltemperaturinum fyri at fáa ein lægri brúksvatnshita, og tí skal ein heldur fáa sær ein blandiventil.

 

 

6. Skift til termostatar

Í fleiri eldri húsum eru ventilarnir á radiatorum og gólvhita ikki termostatstýrdir. Við at skifta til termostatar fæst ein javnari hiti og tað verður ikki nýtt óneyðuga nógv orka.

Termostatar hava tann fyrimun, at teir regulera seg eftir einum føstum hitastigi, sum tú sjálvur velur. Hetta merkir, at termostaturin letur upp fyri hitanum, tá ið tað kólnar, men letur aftur, tá ið tað gerst heitt.

Afturat hesum taka termostatar hædd fyri øðrum hitakeldum. Gerst tað t.d. heitt inni, tí at sólin skínur gjøgnum vindeyga, so vil termostaturin lata aftur fyri hitanum ta løtuna.

 

At skifta termostatar kunnu øll gera. Ert tú í iva um hvat slag av termostati, ið tú hevur, so er best ráðið, at tú tekur eina mynd av ventilinum, so kunnu vit geva tær nærri frágreiðing.

 

Tað ber eisini til at fáa sær elektroniskar termostatar frá Danfoss, ið kunnu spara enn meiri enn vanligir termostatar. Hetta verður gjørt við at termostaturin letur tað vera kaldari í húsinum um náttina og tá ið húsfólkið er úti um dagin.

Áðrenn ein er uppi, ella komin frá arbeiði, so er hitalagið aftur har tað skal vera.

 

7. Fá tær eina orkusparandi frárenning til brúsu

Ein góð íløga, sum yvir tíð kann spara nógv, er at endurnýta spillhitan úr frárenningini. Ein stórur partur av tí hita, sum vit nýta til heitt vatn úr brúsuni verður skolaður niður.

Tvær loysnir eru at endurnýta hendan hitan, so at ein fær meiri burturúr.

Showersave er eitt frárenningsrør, ið kann setast upp undir brúsuni, um hendan er á loftinum, ella um kjallari er niðri undir. Hendan loysnin er ómakaleys og kann lættliga setast upp.

Sum eitt alternativ ber eisini til at fáa eina baðirúmsrennu við hitavekslara.

 Showersave rør, ið verður sett loddrætt upp undir brúsuni.                                  Joulia baðirúmsrenna við hitavekslara

  

 

Vørunr. Vørunavn Eind Mynd Prísur v/MVG