Sølulærlingur til Krosstein

Hevur tú hug at arbeiða við sølu og ráðgeving? Tímir tú eitt professionelt og óformelt arbeiðsumhvørvi?

Kundi tú hugsað tær eina útbúgving við nógvum framtíðarmøguleikum? So ert tú kanska okkara nýggi

handilslærlingur.

Hjá Krosstein verður tú partur av einum dugnaligum toymi. Vit eru størsti HVS-veitari í Føroyum, og hvønn dag

hjálpa vit bæði privatum og vinnukundum við røttu loysnunum innan hvs og nógvum øðrum.

Hví velja Krosstein?

Vit kenna avbjóðingarnar, og vit finna loysnirnar. Vit leggja dent á at loysa uppgávur og nøkta tørvin hjá

kundanum. Tú fert at læra nógv um bæði sølu, kundarøkt og tekniskar loysnir.

Hóast vit eru professionel, so eru vit óformel og fleksibul.

Tað skal vera gott at fara til arbeiðis.

 

Hetta kanst tú vænta

  • Góða upplæring frá dugnaligum starvsfeløgum
  • Eitt dynamiskt og positivt arbeiðspláss
  • Spennandi og fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
  • Góðar møguleikar at mennast bæði fakliga og persónliga
  • Løn, sum er hægri enn sáttmálin hjá Samverk
  • Møguleika fyri víðari útbúgving eftir loknað lærutíð

 

Vit leita eftir tær, sum

  • Hevur áhuga fyri sølu og kundatænastu
  • Hevur áhuga at samskifta við fólk
  • Hevur hug at læra og mennast
  • Hevur lokið miðnám ella aðra viðkomandi útbúgving

 

Lærutíðin

  • 2 ár við HH/miðnámsprógvi (búskaparbreyt) ella 3 ár við FHS
  • Skúlagongdin er á Business College Syd á Als í Danmark

 

Starvsstaðurin er hjá Krosstein á Falkavegi 6 í Tórshavn.

Umsókn

Send umsókn og viðkomandi skjøl til umsokn@krosstein.fo í seinasta lagi mánadagin 15. juni 2026.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Dávid á telefon 29 46 38

Updating
Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.