WC setur við Soft Close

soft-close

Kundi tú hugsa tær eitt wc við einum setri, ið letur seg spakuliga aftur?

Hjá KROSSTEIN kanst tú fá eitt smart setur til akkurát títt wc.

Sjálvt um tað finnast nógv ymisk sløg av wc kummum, so er tað eingin forðing fyri at fáa sær eitt hart wc-setur við soft close.

Serliga eru tað Pressalit setur, ið eru nógv umbiðin. Hesi eru úr hørðum plasti og lata spakuliga aftur. Eisini hava hesi tað, ið kallað verður Quick Release ella LIFT OFF, ið ger tað lætt at taka setrið av við reingerð.

Wc-setur frá Pressalit fáast í nógvum ymiskum útgávum, ið ger at tey passa til flest øll sløg av wc kummum.

Á heimasíðuni hjá Pressalit kanst tú leita eftir tí rætta wc setrinum. Har kanst tú leita eftir einum wc við at taka mát av kummuni ella við at velja merki av kummuni. Trýst á myndina niðanfyri, opnar í nýggjum vindeyga.

Á okkara heimasíðu kanst tú eisini síggja eitt yvirlit yvir tey wc-setur, ið vit hava á goymslu. Vit hava nógv sløg, bæði av wc setrum úr hørðum plasti við soft close, ella onnur wc setur úr bleytum plasti, á goymslu.

Tey bleytu setrini eru væl bíligari enn hørð wc setur, men tey hava ikki soft close.

 

Síggj yvirlit yvir okkara wc setur her.

 

Legg merki til, at SOFT CLOSE verður onkuntíð stytt til ‘SC’, Quick Release til ‘QR’ og LIFT OFF til ‘LO’.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.