Um okkum

about

Krosstein

Fyritøkan varð stovnað í 1966, og helt fyrstu árini til Yviri við Strond í Tórshavn. Í 1980 flutti vit niðan á Háls, har fyritøkan framvegis heldur til í dag.

Í løtuni arbeiða 30 starvsfólk hjá KROSSTEIN, harav 14 starvsfólk hava fast tilknýtið til handil og goymslu okkara. Umframt bókhald og fyrisiting hava vit eisini eina sølu og tænastudeild, ið geva tilboð og svara fyrispurningum innan HVS – virkisøkið.

Vit bjóða

Høvuðsvinnan hjá KROSSTEIN er heilsøla, og harafturat hava vit framsýning við smásølu. Á goymslu okkara, hava vit stórt úrval av øllum innan vatnveiting, kloakk, hitaverk, sanitet og ventilatión.

Harumframt hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.

Við okkara dugnaligu starvsfólkum, kunnu vit bjóða skjóta og góða tænastu til viðskiftafólk okkara um alt landið.

Eisini hevur KROSSTEIN gott samstarv við handverkarar og rørleggjarar á bygd og í bý, so ynskir tú at fáa okkurt HVS – arbeiðið gjørt, kunnu vit samskipa hetta.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.