Fa tær títt egna vatnreinsiverk

bio_uv-2

Nú hevur tú møguleika fyri at fáa tær títt heilt egna vatnreinsiverk, sum væl og virðuliga kann reinsa tær drekkivatnið.

Bio UV er ein fronsk fyritøka, ið framleiðir smá vatnreinsiverk til húsarhald, ið hóska seg væl at nýta, har ein ikki hevur atgongd til reint vatn.

Í Føroyum kann hendan skipanin nýtast, har eingin atgongd er til reint drekkivatn, ella har tørvurin á reinum vatni er so mikið lítil, at tað loysir seg betur, at hvørt húsarhald hevur sítt egna vatnreinsiverk.

Vatnið verður sóttreinsað á tann hátt, at fyrst rennur tað ígjøgnum 2 grovfiltur. Hesi eru ávíkavist 60 og 10 μm. Síðan rennur vatnið ígjøgnum eitt kolfiltur og harnæst gjøgnum eitt UV ljós filtur.

Filtrini og UV ljóskeldan skulu við jøvnum millumbili skiftast út. Stýringin heldur tó eyga við at UV ljósið altið er tendrað.

 

Prísur og yvirlit yvir okkara filtur og tilhoyr sæst her

 

Meir kunning:

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.