Lekur kranin?

leaking-faucet

Um køks- ella baðirúmskranin hjá tær lekur, so ber til at basa lekanum við at skifta ein eykalut.

Vit hava eina rúgvu av eykalutum á goymslu til nógv sløg av kranum, ið vit hava selt gjøgnum tíðirnar. Tí er eisini møguleiki at fáa skift ein eykalut, sjálvt um kranin hevur fleiri ár á baki.

Um tú skalt til at skifta pakning ella pakkdós, so ber til at koma til okkum við lutinum, sum skal skiftast og fáa ein nýggjan.

Tað ber til at venda sær til okkum við slíkum fyrispurningi í handlinum á Hálsi, gjøgnum telefon ella við at senda okkum ein teldupost.

Tað er ein góð hjálp at taka eina mynd av krananum, um tú ikki ert vísur í hvat merki kranin er ella ikki hevur upprunaligu brúkaravegleiðingina.

Vit hava eykalutir til hesi merki á goymslu:

  • Oras
  • Damixa
  • Grohe
  • Gustavsberg
  • Puteus.

 

Vit kunnu hartil eisini bíleggja eykalutir til:

  • Vola
  • KWC
  • Hans Grohe
  • og fleiri onnur

 

Yvirlit yvir allar eykalutir, ið vit hava á goymslu, sæst HER

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.