
Goymslufólk til Krosstein
Vilt tú gerast partur at okkara dugnaligu goymslufólkum?
Vit søkja eftir einum álítandi og arbeiðssomum goymslufólki til goymsluna hjá KROSSTEIN á
Falkavegi 6 í Tórshavn.
Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú verður partur av einum gerandisdegi við nógvum ymiskum
uppgávum á goymsluni.
Arbeiðið fevnir m.a. um
- móttøku, pakking og útlevering av vørum
- koyring við trukki
- at halda skil á goymsluni og uppteljing av vøru
- kundatænastu
Vit vænta at tú
- ert álítandi og arbeiðssom/-samur
- ert røkin og hevur gott arbeiðslag
- ert tænastusinnað/-ur
- dugir at arbeiða sjálvstøðugt og saman við øðrum
- klárar kropsligt arbeiði
Vit bjóða eitt fulltíðarstarv við einum fjølbroyttum arbeiðsdegi, góðar starvsfelagar og løn eftir
avtalu.
Royndir frá líknandi arbeiði og trukkføraraprógv er ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Umsóknarfreistin er 10. juni 2026.
Hevur hettar tín áhuga, vinarliga send okkum eina umsókn á umsokn@krosstein.fo
Hevur tú spurningar, ber til at ringja til Kristian Krosstein, Rakstrarleiðara, á tlf 294602.

