Rokna stødd á radiatorum

rio_stan

Hiti

Skalt tú hava nýggjar radiatorar, og vilt tú vita hvørja stødd hesir skulu hava, so kanst tú lættliga rokna hetta út.

Tær tørvar at vita tríggjar upplýsingar:

  • Hitt fyrsta er stødd á rúminum har radiatorurin skal vera.
  • Hitt næsta er hitatapið roknað fyri fermeturin.
  • Hitt síðsta er at vita hvør framleypshitin er.

 

Við hesum upplýsingum ber til at rokna seg fram til orkutørvin, ið skal brúkast til at finna stødd á radiatorinum. Tú skal brúka fylgjandi fomul:

Stødd í fermetrum á rúmi x hitatap fyri fermetur = orkutørvur roknað í wattum

Tú kanst heinta eitt excel skjal niðanfyri og vegleiðing, ið tú kanst nýta til hesar útrokningar.

 

Um ein ikki veit við vissu hvat hitatapið fyri fermeturin er, so ber til at nýta 50 sum eina varisliga meting. Nýggj hús hava tó eitt lægri hitatap fyri fermeturin.

Orkukeldan í húsunum avgerð ofta hvussu heitur framleypshitin er. Verður húsið upphitað við einum oljuketli, so er framleypshitin ofta høgur. Hinvegin er framleypshitin ofta nógv lægri, um húsið verður upphitað av eini hitapumpu.

Tá ið ein hevur roknað seg fram til orkutørvin, so verður hugt í eina veitingartalvu. Talvan sigur hvussu nógv watt ymiskar støddir og snið av radiatorum veita.

Vørumerkir

Vit umboða merkini Hudevad og Stelrad. Hesir radiatorar fáast í nógvum ymiskum sniðum.

Niðanfyri eru veitingartalvur til Stelrad Hygiene og Stelrad Compact radiatorar, sum er goymsluvøra hjá okkum.

 

Heinta Veitingartalvu til Hygiene Heinta veitingartalvu til Compact

 

Tú kanst nýta veitingartalvurnar til at gera tínar útrokningar. Eitt vanligt temperatursett er 70/40-20, sum merkir at framleypshitin er 70 hitastig, returhitin er 40 hitastig og hitalagið í rúminum er 20 stig.

Til ber at broyta tølini í temperatursettinum, so at framleypshitin t.d. er 50 og returhitin 30.

Temperatursett 50/30-20 verður ofta nýtt til at finna stødd á radiatorum, har orkukeldan er ein hitapumpa.

 

Aðrar veitingartalvur og snið eru eisini at síggja á Stelrad.dk

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.