Innbygdur dustsúgvari

dust1

Hevði tað verið so lætt, at ein kundi komið heim frá arbeiði og alt var ruddað og gólvini sópað.

Ein loysn kundi verið at fingið sær eina vaskikonu. Ein onnur loysn kundi verið at fingið sær ein sjálvvirkandi dustsúgvara. Hin fyrra loysnin er ein, sum ikki øll hava ráð til, og hin seinna loysnin er ikki altíð hin besta, tí teir sjálvvirkandi dustsúgvararnir náa ikki inn í hvønn krók og undir hvønn stól.

Møguleikar

Skal tað gerast ordiligt, so er neyðugt at tríva í sjálvur, og tað er júst tí, at ein innbygdur dustsúgvari kann lætta ómetaliga nógv um arbeiðið.

Við einum innbygdum dustsúgvara slepst undan at bera ein tungan dustsúgvara fram á gólvið, og at draga hendan runt í húsunum í tíð og ótíð. Í staðin ber til einans at ganga runt húsið við eini dustsúgvaraslangu, sum verður íbundin í veggin. Hetta merkir, at dustsúgvarin altíð stendur á sama plássi, t.d. í vaskirúminum. Rør liggja innanfyri veggirnar og vera leidd fram til har dustsúgvaraslangan verður sett í. Møguleiki er at hava fleiri súgvikontaktir, so ein kann náa runt alt húsið. Slangusett fáast, sum eru 9 metur til longdar. Hartil eru fleiri sløg av munnstykkjum.

Slangusett á 9 metur við fleiri munnstykkjum

Tá ið dustsúgvarin skal nýtast, so verður einans farið eftir dustsúgvaraslanguni. Á handtakinum til dustsúgvaran ber til at tendra og sløkkja fyri dustsúgvaranum. Harvið slepst eisini undan at sleipa uppá ein streymkaðal.

Hondtakið, har ein kann tendra og sløkkja

Tá ið liðugt er at dustsúgva, verður slangan kveylað upp har dustsúgvarin stendur, t.d. í vaskirúminum. Um dustsúgvarin skal tømast, so verður hetta lættiliga gjørt við at taka botnin undan.

Dustsúgvari og dustsúgvaraslanga, ið hanga í vaskirúmi

Niðanfyri sæst eitt dømi uppá ein innbygdan dustsúgvara í køkinum.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.