Nýggjur termostatur frá Danfoss
Nýggi termostaturin Danfoss Eco er sera brúkaravinarligur. Við at nýta eina app á tínari snildfon, ber til at forrita termostatin, so at hesin sjálvur lækkar hitalagið í rúminum. Sostatt ber til at spara uppá orkuna, við tað at hitalagið í húsunum er lægri í eitt tíðarbil. T.d. tá ið eingin er heima, ella tá ið húsfólkið svevur.
Til ber at stilla termostatin við hond á sama hátt sum við einum vanligum termostati.
Kemur ein til hús, t.d. mitt á degi, so ber lættliga til at stilla temperaturin við at snara termostatin við hondini.
Hvat kanst tú spara?
Danfoss hevur gjørt kanningar, har teirra elektronisku termostatar verða samanbornir við aðrar vanligar termostatar. Úrslitini vísa, at sparingin er millum 17 og 23%, um ein áður hevur nýtt ein termostat, ið er keyptur áðrenn ár 2000.
Um ein hevur ein nýggjari termostat, so er sparingin upp til 16%.
Hevur ein hinvegin radiatorventilar uttan termostatar, so kann sparingin verða upp til 46% við at fáa sær Danfoss Eco termostatar.
Sí talvu her