Hitatænastan – Vegleiðing & treytir
Hvat umfatar avtalan?
Hitatænastan er ein tænasta umvegis Effo, sum vit bjóða kundum okkara, fyri at tryggja fulla nyttu framyvir av hitapumpum, ið eru keyptar frá okkum. Innihaldið á hesi síðu, lýsir tær treytir og krøv ið eru partur av avtaluni við hitatænastuna.
Avtalan umfatar:
– Árligt eftirlit av góðkendum starvsfólki eftir avtalu
– Ókeypis vegleiðing umvegis telefon
– Við avtalu víðkast garantiið úr 1 ári upp í 5 ár
– Tryggjar raksturin av hitapumpuni og tí eisini tína íløgu
Samband
Um hitapumpan av einari ella aðrari orsøk ikki virkar, kanst tú seta teg í samband við Effo, um at fáa hetta í rættlag.
Samband fæst við hitapumputænastuna á tlf. 34 35 00: Hitapumputænastan svarar allar yrkadagar frá kl. 08.00 til kl. 22.00 og halgidagar frá kl. 10.00 til 22.00.
Treytir
Fylgjandi treytir eru galdandi fyri hesa avtalu:
- Hitapumpan skal verða íbundin av handverkara, ið er góðkendur av KROSSTEIN
- Árligt eftirlit verður gjørt av starvsfólki hjá Effo ella einum handverkara, sum er góðkendur av KROSSTEIN
- Eftirlitið verður gjørt eftir avtalu við kundan
- Vegleiðing umvegis telefon er ókeypis, gerst neyðugt at fáa fólk á staði, taka vit gjald fyri hetta, sí kostna her.
- Avtalan kemur í gildi tá ið hitapumpan er uppsett og virkin