about

Hitatænastan – Vegleiðing & treytir

Hvat umfatar avtalan?

Hitatænastan er ein tænasta umvegis Effo, sum vit bjóða kundum okkara, fyri at tryggja fulla nyttu framyvir av hitapumpum, ið eru keyptar frá okkum. Innihaldið á hesi síðu, lýsir tær treytir og krøv ið eru partur av avtaluni við hitatænastuna.

Avtalan umfatar:

– Árligt eftirlit av góðkendum starvsfólki eftir avtalu

– Ókeypis vegleiðing umvegis telefon

– Við avtalu víðkast garantiið úr 1 ári upp í 5 ár

– Tryggjar raksturin av hitapumpuni og tí eisini tína íløgu

Samband

Um hitapumpan av einari ella aðrari orsøk ikki virkar, kanst tú seta teg í samband við Effo, um at fáa hetta í rættlag.

Samband fæst við hitapumputænastuna á tlf. 34 35 00: Hitapumputænastan svarar allar yrkadagar frá kl. 08.00 til kl. 22.00 og halgidagar frá kl. 10.00 til 22.00.

Treytir

Fylgjandi treytir eru galdandi fyri hesa avtalu:

  • Hitapumpan skal verða íbundin av handverkara, ið er góðkendur av KROSSTEIN
  • Árligt eftirlit verður gjørt av starvsfólki hjá Effo ella einum handverkara, sum er góðkendur av KROSSTEIN
  • Eftirlitið verður gjørt eftir avtalu við kundan
  • Vegleiðing umvegis telefon er ókeypis, gerst neyðugt at fáa fólk á staði, taka vit gjald fyri hetta, sí kostna her.
  • Avtalan kemur í gildi tá ið hitapumpan er uppsett og virkin
Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.