Vegleiðing til bíleggingarlistar

Hvussu kann eg brúka bíleggingarlistan?

Tá ið tú hevur gjørt tær ein bíleggingarlista, gerst tað lætt at bíleggja somu vøru aftur. Til dømis kanst tú gera tær ein bíleggingarlista, ið eitur “Radiator”, á hesum lista er alt fittings, sum skal vera til ein radiator. Tað einasta tú skal keypa aftrat, er sjálvan radiatorin. Skalt tú seta fleiri upp, so broytir tú bara mongdina á listanum. Hetta er lætt, einfalt og sparir tær tíð og kann vera við til at tryggja, at tú ikki stendur og manglar vøru.

Tað eru tveir hættir at stovna tín egna bíleggingarlista, undir tínum brúkara ella úti í sjálvum nethandlinum. Vit vísa niðanfyri, hvussu tú kanst nýta hesar hættir.

Stovna bíleggingarlista undir mínum brúkara:
    1. Undir mínum brúkara, trýst á “Bíleggingarlistar”
    2. Trýst á “Stovna lista”
    3. Gev listanum navn
    4. Trýst á stovna lista

Nú er listin klárur at brúka og klárur til at leggja vørur í.

Stovna bíleggingarlista úti í nethandlinum:
  1. Tá ið tú sært eina vøru í nethandlinum, kanst tú antin velja “Legg í kurv” ella “Skjót vísing” trýst á “Skjót vísing”
  2. Ein pop up mynd kemur fram, vel mongd og trýst á “Legg í bíleggingarlista”, ið stendur undir knappinum “Legg í kurv”
  3. Eisini ber til at trýsta á sjálva myndina, har ein nýggj síða kemur sum lýsir vøruna. Vel mongd og trýst á “Legg í bíleggingarlista”, ið stendur undir knappinum “Legg í kurv”
  4. Ein nýggj pop up mynd kemur fram, vel tann bíleggingarlista, sum tú ynskir, at vøran skal leggjast í
  5. Undir somu mynd, kanst tú undir “Vel lista”, stovna ein nýggjan lista, vel “Stovna lista”
  6. Ein nýggjur teigur kemur fram. Skriva navni á listanum í tann nýggja teigin og trýst á “Legg í bíleggingarlista”
  7. Vel “Vís lista” fyri at síggja bíleggingarlista ella vel “Aftur”, fyri at halda áfram at handla

Soleiðis leggur tú vøru í tín bíleggingarlista:

  1. Tá ið tú keypir á nethandlinum, kanst tú velja “Legg í kurv” ella “Skjót vísing”, vel “Skjót vísing”
  2. Ein pop up mynd kemur fram, skriva mongd og trýst á “Legg í bíleggingarlista”, ið stendur undir knappunum “Legg í kurv”
  3. Eisini ber til at trýsta á sjálva myndina, har ein nýggj síða kemur sum lýsir vøruna. Vel mongd og trýst á “Legg í bíleggingarlista”, ið stendur undir knappinum “Legg í kurv”
  4. Ein nýggj pop up mynd kemur fram, vel tann bíleggingarlista, ið tú ynskir, at vøran skal leggjast í
  5. Vel síðan “Vís lista” fyri at síggja tað, ið tú hevur lagt í bíleggingarlistan ella vel “Aftur”, fyri at halda áfram

Gerð broytingar á tínum bíleggingarlista:

  1. Far undir “mín brúkari” og trýst á “Bíleggingarlistar” á valmyndini á vinstru síðu
  2. Á síðuni sært tú tínar listar, her kanst tú broyta navn, strika listar og stovna listar
  3. Fyri at broyta vøru samansetingina á einum ávísum lista, kanst tú gera tað við at trýsta á tann lista, sum skal broytast
  4. Ein nýggj síða opnast og tú sært tær vørur, ið tú hevur tengt at tí ávísa listanum
  5. Tú hevur nú fylgjandi møguleikar:
    – Stovna lista: Trýst á “+ Stovna”
    – Keyp: Tú leggur eina ávísa vøru í kurvina
    – Krossur á vøru: Á vinstru síðu á vøruni er ein krossur, trýstur tú á hendan, tekur tú vøruna av listanum
    – Dagfør lista: Tú kanst broyta nøgdina av einari ávísari vøru, trýst síðan á “Dagfør lista”
    – Legg valdu í kurv: Tú hevur møguleika fyri at velja ávísar vørur burtur úr og leggja hesar í kurv. Vel vørurnar við at trýsta á kassan á vinstru síðu av vøruni, tá ið tú hevur valt vørurnar, ið tú skalt hava, trýst á “Legg valdu í kurv”
    – Legg allar vørur í kurv: Trýstur tú á knøttin “Legg allar vørur í kurv”, fara allar vørurnar í kurvina
  6. Tá ið tú hevur lagt tað, tú skal hava í kurvina, kanst tú avgreiða keypi við at trýsta á kurvina ovast í høgra horni, her sært tú, hvat tú hevur bílagt og kanst avgreiða keypi endaligt
Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.