Rokna stødd á luftskiftiseind

fresh

Luftskifti

Hendan greinin snýr seg um hvussu tú kanst rokna teg fram til eitt nøktandi luftskifti í einum bústaði, sum er í tráð við krøvini, sum eru í bygningskunngerðini.

Krøvini í bygningskunngerðini umfata nýggjar bústaðir, útbyggingar av verandi bústøðum og umvælingar av verandi bústøðum. Ein umvæling fer fram, tá bøtt verður um klæðing, vindeygu ella hurðar.

Hóast ein ikki fer so vítt til verka, so ger tað einki, um ein fylgir hesum krøvum, tá ið ein bert fær sær ventilatión í eini eldri hús.

Krøv

Útgangsstøði fyri luftskifti í einum og hvørjum húsi er tann, at miðjað verður móti javnvág í útsúgving og innblæsing. T.v.s. at eins nógv luft verður blást inn sum út. Bygningskunngerðini setur bert krøv til nøgdina á útsúgvingini.

Krøvini í bygningskunngerðini eru, at útsúgving skal vera í køki, vásakøki, baðirúmum og kjallararúmum. Stutt sagt úr øllum vátrúmum.

Innblæsing verður vanliga gjørd í stovu og uppihaldsrúmum, kømrum og skrivstovu.

Tað letur seg eisini gera at hava bæði útsúgving og innblæsing í sama rúmi, men tá verður nøgdin av tilfari, ið skal nýtast eisini tað størri.

Minstu krøv í bygningskunngerðini viðvíkjandi luftskifti eru hesi:

  • Tað skal vera 0,3 litur/sekund pr. m² av luftskifti um alt húsið.
  • Neyvt er ásett, at útsúgvingin í køki skal vera 20 litur/sekund.
  • Í baðirúmum við brúsu skal útsúgvingin vera 15 litur/sekund.
  • Í øðrum rúmum sum vásakøkum, baðirúmum uttan brúsu og kjallararúmum skal útsúgvingin vera 10 litur/sekund.

Fyri at rokna seg fram til stødd á ventilatiónseind, verður støðið tikið í eini plantekning.

Ein tilvildarlig mynd av einum sethúsum

Krøvini til luftskifti í bygningkunngerðini eru sum víst á tekningi niðanfyri (útsúgving).

Útsúgving í køki, baðirúmum og bryggers

Innblæsing í stovu, skrivstovu og kømur

Fyri at fáa javnvág í, verður nøgdin av innblæsing ásett fyri hini rúmini.

Á ventilatiónseindum kunnu tvey tøl framganga, sum siga nakað um hvussu nógv ventilatióneindin megnar at skifta út av luft.

Hesi eru:

  • Mesta luftskifti fyri hvønn fermetur (nøgd ltr/sek pr. m²)
  • Mesta kubikmeturtal um tíman (nøgd M³/H)

Kravda nøgdin av litur/sekund kann faldast við 3,6, fyri at fáa hetta umroknað til kubikmetur um tíman (M³/H).

(køkur 20 litur/sek + baðirúm 15 litur/sek + baðirúm 15 litur/sek + bryggers 10 litur/sek) x 3,6 = 216 M³/H

Rokna stødd á rørum og kontrolventilum

Eftir hetta skal støða takast til hvat slag og stødd av rørum ein ynskir at nýta.

Nýtir ein spirorør, so skal støddin á eini stammu ásetast og harumframt eisini støddin á strongunum til hvørt rúm. Nýtir ein flexrør, so skal nøgdin á flexrørum til hvørt rúm ásetast.

Á myndunum síggjast spirorør og flexrør

Í báðum førum skal støða eisini takast til hvat stødd av kontrolventilum skulu nýtast í einstøku rúmunum.

Vanliga verða 100 mm kontrolventilar nýttir í øllum rúmum. Hesir kunnu veita millum 10-15 litur/sekund av luftskifti. Í køki er neyðugt at hava 125 mm kontrolventil, um ein skal nøkta tørvin á 20 litur/sekund.

Kontrolventilarnir til útsúgving skulu helst staðsetast í loftinum beint uppi yvir eini fuktkeldu. T.v.s. brúsu og komfýri osfr.

Kontrolventilar til innblæsing skulu helst eisini staðsetast í loftinum miðskeiðis í rúminum.

Kontrolventilar verða staðsettir har teir gera mest nyttu.

Síðani verður skitsa gjørd yvir hvar luftskiftiseindin skal staðsetast og hvussu rørini skulu leggjast. Út frá hesum ber eisini til at meta um nøgdina av tilfari, sum skal nýtast.

Her er ein skitsa gjørd, har spirorør verða nýtt. Ein líknandi skitsa við flexrørum staðsetur hinvegin luftskiftiseind og fordeilaraboksirnar, ið verða nýttar.

Niðanfyri eru lyklatøl fyri hvat eitt spirorør í mesta lagi rúmar:

  • 100 mm, max 15 litur/sekund,  2,0 metur/sekund
  • 125 mm, max 50 litur/sekund,  4,0 metur/sekund
  • 160 mm, max 100 litur/sekund, 6,0 metur/sekund

Á tekningini síggjast støddirnar á spirorøunum

Síðst men ikki minst skal eisini støða takast til hvar inntak og avkast skal vera. Tað ber til at hava inntak og avkast í takinum, men meiri vanligt er at hesi eru í útivegginum.

Hesi skulu helst vera 160 mm til støddar, eisini um stamman bert er 125 mm. Mælt verður til, at frástøðan millum inntak og avkast er í minsta lagi 1 metur.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.