Jarðhitaskipan í Vestmanna
Krosstein
Jarðhitapumpur verða longu nýttar í fleiri sethúsum í Føroyum við góðum úrslitum.
Í Vestmanna hava Signhild og Sámal fingið sær eina jarðhitapumpu frá Danfoss til nýggju húsini, har tey fluttu inn í 2013.
Signhild og Sámal eru væl nøgd við jarðhitaskipanina, ið ger at kostnaðir til upphiting ikki eru stórir. Gunnleiv í Gerðinum, ið rekur rørleggjaravirkið GíG Sp/f, hevur staðið fyri øllum rørarbeiðinum í húsinum og hevur eisini staðið fyri sjálvari íbindingini av jarðhitapumpuni til hitaskipanina.
Jarðhitapumpur vælegnaðar til nýbygging
Hjá Signhild og Sámal hava tey gólvhita. Hitapumpur er serstakliga vælegnaðar til upphiting, tá ið ein hevur gólvhita. Við gólvhita er hitaflatan í húsinum stór og framleypshitin er harvið lágur. Ein lægri framleypshiti ger at nyttustigið á hitapumpuni gerst betur. Er talan um eini hús við radiatorum, so er hitaflatan minni og framleypshitin verður tí hægri.
Árliga nyttustigið (SCOP) á hitapumpuni verður ávirkað av hesum. Ein jarðhitapumpa frá Danfoss, ið er íbundin til gólvhita, vil vanliga framleiða millum 4 og 5 kW av hitaorku úr 1 kW av el-orku. Ein jarðhitapumpa, ið hinvegin er íbundin til radiatorar, vil vanliga framleiða millum 3 til 4 kW av hitaorku úr 1 kW av el-orku.
Eitt árligt nyttustig á 4 SCOP merkir at hitapumpan framleiðir 4 kW av hitaorku úr 1 kW av el-orku. SCOP, ið er ein stytting ‘Seasonal Coefficient of Performance’ fortelur nakað um hvat árliga nyttustigið er. T.v.s. at ein fær at vita hvussu nógva orku hitapumpan fær gagnnýtt yvir eitt heilt ár.
Jarðhitapumpur virka á tann hátt, at ein jarðhitaslanga verður løgd í eitt borihol í grundstykkinum. Holið verður borað eina hóskandi dýpd, so at veskan í jarðhitastronginum fær drigið nóg mikið av orku úr jørðini. Veskan verður hareftir leidd inn í hitapumpuna, ið stendur innandura. Her verður tilførda orkan útvunnin við einum vekslara og kompressara. Úrslitið er heitt vatn til upphiting og brúksvatn.
Sett teg í samband við okkara ráðgevaratoymi og fá eitt óbindandi tilboð.
Um tú ynskir eina jarðhitaloysn frá okkum, so hjálp vit í allari tilgongdini.
- Vit áseta stødd á hitapumpu og djúpd á jarðhitaholið.
- Vit vegleiða viðvíkjandi umsókn til kommunu um staðseting av jarðhitaholi.
- Vit fáa brunnborara til at bora jarðhitahol.
- Vit syrgja fyri uppsetan av jarðhitaskipanina og uppstarti.
- Vit gera eitt árligt eftirlit, sum tryggjar langtíðarvirði á tíni hitapumpu.
- Vit veita 5-ára garanti til tey, ið hava viðlíkahaldsavtalu.