Jarðhitaskipan til Hotel Havgrím

havgrimdrone2

Jarðhiti

Gomlu kommandørhúsini yviri við Strond eru nú gistingarhús. Hotel havgrím lat upp á vári 2018 og er innrættað av nýggjum til hetta endamálið.

Sum gistingarhús er húsið sera væl egnað. Útsýni er avbera gott yvir fjørðin, og grundstykkið gongur eisini heilt oman í fjørðuna. Hetta gevur møguleika hjá ferðafólki at njóta føroysku náttúruna, sum er beint uttanfyri vindeyga.

Hotel Havgrím verður hitað upp við eini jarðhitaskipan. KROSSTEIN hevur útvegað jarðhitaskipanina og hevur staðið fyri íbindingararbeiðinum í samstarvi við HVS Tøkni Sp/f. Á grundstykkinum eru borað tvey jarðhitahol, ið eru 180 metur djúp hvør. Hesi skulu tryggja at húsini hava nokk av orku til upphiting og heitt brúksvatn.

Á myndini sæst borivognurin heilt niðri í fjørðuni, har eitt av tveimum holum varð borað

Ein jarðhitaskipan er snild, tí hon fær nýtt orkuna, sum finst í jørðini. Hetta verður gjørt, við at ein strongur verður lagdur í jarðhitaholið. Veskan í hesum strongi, eisini kallað brina, verður upphitað og tilførda orkan verður hareftir leidd inn í húsið har jarðhitapumpan stendur.

Jarðhitaskipanin er tann nýggjasta av merkinum Danfoss við einum høgum nyttustigi. Nyttustigið fortelur nakað um hvussu nógva hitaorku ein fær úr skipanini. Danfoss upplýsir at árliga nyttustigið (SCOP) er heilt upp í 5,4. Hetta merkir, at úr einum kWh av streymorku framleiðir jarðhitapumpan í miðal 5,4 kWh av hitaorku um árið.

Ein slík upplýsing skal sjálvandi takast við fyrivarni, tí tað eru fleiri faktorar, ið kunnu broyta hetta. Hetta hongur m.a. av framleypshitanum í húsinum og hitanum á veskuni úr jarðhitaholinum.

Á myndunum síggjast slangurnar, ið verða koyrdar í jarðhitaholini.

Jarðhitaskipanir eru alt meiri vanligar á okkara leiðum og gera tað óneyðugt at hita upp við olju. Sjálvt um keypið av einari hitapumpu er ein størri íløga enn keypið av einum ketli, so hava hitapumpur tann fyrimun at rakstrarkostnaðir eru lægri og hartil eisini meiri tryggir. Oljuprísirnir hava verið sera skiftandi seinastu árini, meðan streymprísirnir hava verið javnir.

Hjá KROSSTEIN kanst tú fáa vegleiðing um jarðhitaskipanir. Vit eru altíð til reiðar at geva tær eitt óbindandi tilboð á eina jarðhitaskipan, ið hóskar til tín bústað.

Um tú ynskir eina jarðhitaloysn frá okkum, so hjálp vit í allari tilgongdini:

  • Vit áseta stødd á hitapumpu og djúpd á jarðhitaholið.
  • Vit vegleiða viðvíkjandi umsókn til kommunu um staðseting av jarðhitaholi.
  • Vit fáa brunnborara til at bora jarðhitahol.
  • Vit syrgja fyri uppsetan av jarðhitaskipanina og uppstarti.
  • Vit gera eitt árligt eftirlit, sum tryggjar langtíðarvirði á tíni hitapumpu.
  • Vit veita 5-ára garanti til tey, ið hava viðlíkahaldsavtalu.
Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.