Nýggj og slóðbrótandi jarðhitapumpa

feet

Nýggjasta jarðhitapumpan frá Thermia eitur Calibra og hevur hon eitt SCOP upp til 5,8. Nýggja tøknin ger, at hitapumpan sjálv dugir at rokna seg fram til hvussu nógva orku hon fær úr einum jarðhitaholið.

Thermia Calibra er ein jarðhitapumpa, sum dregur orku úr jørðini og gevur tær 1. klassa úrtøku. Hetta kemst av teknisku loysnini, sum er eindømi. Við einum frálíkum SCOP upp til 5,8 verður møguligt hjá Calibra jarðhitapumpuni at skerja orkunýtsluna heilt upp til 80%.

SCOP er ein avriksfaktorur, sum lýsir hvussu effektiv ein hitapumpa virkar í gjøgnum eitt heilt ár. T.v.s. bæði fyri tíðarskeiðini tá tað er heitt og kalt. Tað er ein indikator fyri orku, sum verður nýtt, og orku sum fæst burturúr. Tess hægri tal, tess hægri er gagnnýtslan.

Fá meir at vita um SCOP (á enskum)

Calibra hevur ein innbygdan heittvatnstanga á 180 litur. Tann tøka nøgdin av heitum vatni er tó 260 litur við 40°C. Hetta kemst av at Thermia við TWS tøkni kann vísa á skjótastu upphiting av brúksvatni. Við TWS tøkni, sum er stytting fyri Tap Water Stratification, kann hitapumpan leggja alla orku í at upphita heita brúksvatnið, tá tørvurin er har.

Nýtt mekniskt snið ger eisini, at Thermia Calibra ikki gevur nógv ljóð frá sær. Hetta skiftur í millum 28 dB(A) og upp til 42 dB(A). Alt eftir hvussu skjótt kompressarin koyrir.

Thermia Calibra er frekvensstýrd. Hetta merkir, at hitapumpan altíð stillar máttin í mun til aktuella tørvin. Hetta ger eisini, at hitapumpan kann veita 100% av orkutørvinum. Harvið gerst ikki tørvur á ískoyti frá eini el-patrón.

Calibra fæst í trimum støddum. Ein størri útgáva 4-16 kW, 3-12 kW  og ein minni útgáva 2-8 kW.

Thermia Calibra fæst bæði sum hitapumpa við innbygdum heittvatnstanga, ella við einum tanga við síðuna av. So um pláss ikki er fyri einum høgum kabinetti, so ber eisini til at fáa ein loysn, har heittvatnstangin stendur beint við síðuna av. Tá er hæddin nakað minni.

Thermia appin ger tað møguligt hjá tær á netinum at kanna, at alt virkar sum tað skal. At seta hitalagið niður, tá tú ert burturstaddur, ella at fáa boð, um okkurt skuldi verið áfatt. Hevur tú tørv á einum servicefólki, so kann hesin við appini skjótt og lætt staðfesta trupulleikan og fáa hann loystan. Thermia appin finst til bæði Android og iPhone.

Thermia er svensk fyritøka, sum í meir enn 40 ár hevur framleitt hitapumpur til veðurlagið í norður Evropa. Thermia hevur eisini gingið á odda á sínum øki og hevur ment tøkni, ið tað sjálvt brúkar.

Thermia var tann fyrsta fyritøkan, sum í 1973 framleiddi hitapumpur, ið høvdu ein innbygdan heittvatnstanga, so at hitapumpan kundi brúkast til bæði upphiting og til at gera heitt brúksvatn.

 

Les meir um Thermia Calibra her

Fá eitt óbindandi tilboð

Sett teg í samband við okkara ráðgevaratoymi og fá eitt óbindandi tilboð.

Um tú ynskir eina jarðhitaloysn frá okkum, so hjálpa vit í allari tilgongdini:

– Vit áseta stødd á hitapumpu og djúpd á jarðhitaholið.

– Vit vegleiða viðvíkjandi umsókn til kommunu um staðseting av jarðhitaholi.

– Vit fáa brunnborara til at bora jarðhitahol.

– Vit syrgja fyri uppsetan av jarðhitaskipanina og uppstarti.

– Við eini viðlíkahaldsavtalu fært tú eitt árligt eftirlit, ið tryggjar langtíðarvirði á tíni hitapumpu.

– Vit veita 5-ára garanti til tey, ið hava viðlíkahaldsavtalu.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.