Vegleiðingar til hitapumpur

Nulstilla alarm á tíni Danfoss/Thermia hitapumpu

Á sjónbandinum verður greitt frá hvussu tú kanst nulstilla ein alarm á hitapumpuni. Alarmar kunnu íkoma av ymiskum orsøkum, og oftast hava hesir alarmir ikki størri týdning enn so, at teir kunnu eftirkannast seinni.

Skuldi tað komið fyri, at ein alarmur ikki hvørvur, og hitapumpan ikki gevur hita, so er neyðugt at fáa fatur á fakfólki.

Til ber at fáa hitapumpuna at koyra við el-patrón í eitt styttri tíðarskeið, meðan bíða verður eftir hjálp frá fakfólki.

Greitt verður frá hesum í næsta sjónbandi.

Skift til at koyra bert við el-patrón á tíni Danfoss/Thermia hitapumpu

Í sjónbandinum verður greitt frá hvussu tú kanst seta hitapumpuna til bert at hita upp við el-patrón (tilskud). Hetta verður ikki viðmælt til vanligan rakstur, men er bert ætlað, um kompressarin ikki virkar sum hann skal.

Harvið fæst fløvi á, meðan bíða verður eftir hjálp frá fakfólki.

Skift til at koyra bert við el-patrón á tíni Danfoss/Thermia hitapumpu (fingraskíggi)

Í sjónbandinum verður greitt frá hvussu tú kanst seta hitapumpuna til bert at hita upp við el-patrón (tilskud). Hetta verður ikki viðmælt til vanligan rakstur, men er bert ætlað, um kompressarin ikki virkar sum hann skal.

Harvið fæst fløvi á, meðan bíða verður eftir hjálp frá fakfólki.

Broyt rakstrarhátt á tíni Danfoss/Thermia hitapumpu

Í sjónbandinum verður greitt frá, hvssu ein kann gera broytingar, soleiðis at hitapumpan koyrir á øðrvísi hátt.

– Um ein ynskir at sløkkja hitapumpuna.

– Um ein ynskir, at hitapumpan skal koyra uttan hjálp frá el-patrón.

– Um ein bert ynskir at el-patrón skal koyra.

– Um ein ynskir, at hitapumpan bert skal upphita brúksvatn

Broyt hitakurvu á tíni Danfoss/Thermia hitapumpu

Í sjónbandinum verður greitt frá hvussu ein broytir hitakurvuna fyri at økja ella minka um framleypshitan. T.e. hitalagið í tí vatni, sum verður sirkulerað í húsunum. Framleypshitin verður reguleraður eftir útitemperaturinum.

Mælt verður til, at fakfólk ger broytingar í hitakurvuni.

Til ber tó at broyta hitakurvina, um tað t.d. kennist ov kalt inni.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.