Hitapumputænastan – Vegleiðing & treytir
Hvat umfatar avtalan?
Hitapumputænastan er ein tænasta, sum vit bjóða kundum okkara, fyri at tryggja fulla nyttu framyvir av hitapumpum, ið eru keyptar frá okkum. Innihaldið á hesi síðu, lýsir tær treytir og krøv ið eru partur av avtaluni við hitapumputænastuna.
Avtalan umfatar:
- Árligt eftirlit av góðkendum starvsfólki eftir avtalu
- Ókeypis vegleiðing umvegis telefon
- Við avtalu víðkast garantiið úr 1 ári upp í 5 ár
- Tryggjar raksturin av hitapumpuni og tí eisini tína íløgu
Samband
Um hitapumpan av einari ella aðrari orsøk ikki virkar, kanst tú seta teg í samband við KROSSTEIN, um at fáa hetta í rættlag.
Samband fæst við hitapumputænastuna á tlf. 34 46 50: Hitapumputænastan svarar frá kl. 08.00 til kl. 22.00 allar dagar í árinum.
Treytir
Fylgjandi treytir eru galdandi fyri hesa avtalu:
- Hitapumpan skal verða íbundin av handverkara, ið er góðkendur av KROSSTEIN
- Árligt eftirlit verður gjørt av starvsfólki hjá KROSSTEIN ella einum handverkara, sum er góðkendur av KROSSTEIN
- Eftirlitið verður gjørt eftir avtalu við kundan
- Vegleiðing umvegis telefon er ókeypis, gerst neyðugt at fáa fólk á staði, taka vit gjald fyri hetta, sí niðanfyri
- Avtalan kemur í gildi tá ið hitapumpan er uppsett og virkin
Kostnaður
Árligur kostnaður fyri Hitapumputænastuna er kr. 1.495 kr. v/mvg
Gerst neyðugt at fáa fólk á staðið, kostar hetta 650 kr. v/mvg pr. tíma