Leys størv
Framsøkin fyritøkan
Krosstein er ein familjufyritøka ið bleiv stovna í 1966 og hevur verði millum tær fremstu fyritøkurnar innan HVS í Føroyum líka síðan. Felagið hevur megna við einum toymi av dugnaligum starvsfólkum, at bjóða føroyska vitan og tænastu til tann føroyska marknaðin, við sterkari kapping frá útlendskum fyritøkum.
Vit leita altíð eftir dugnaligum starvsfeløgum, ið megna at loysa avbjóðingar og skapa virði fyri okkara kundar. Um einki starv er leyst at søkja niðanfyri, ert tú tó altíð vælkomin at senda eina umsókn til okkum. Felagið er í menning og tí kemur tað meir enn so fyri, at vit hava brúk fyri nýggjum og sterkum kreftum.
Trivnaður
Vit leggja dent á trivna og menning, til tíðir kann tað vera nógv at síggja til, men toymi er sterkt og lyfta vit saman, megna vit meir enn vit halda. Fleiri av okkara starvfólkum hava verið longri enn 25 ár, hetta taka vit tí sum eina váttan uppá at fólk trívast.
Í 2020 fluttu vit inn aftur í høvuðsbygningin á Falkavegi, ið er blivin umvældur og dagførdur. Tað kann tí sigast, at arbeiðsumstøðurnar í dag eru sera góðar.
Størv
Í løtuni søkja vit eftir einum sølulærlingi.
Tú ert eisini altíð vælkomin til at senda okkum eina umsókn, vit leita altíð eftir dugnaligum starvsfeløgum.