6W3A8393

Sølulærlingur til KROSSTEIN

Leitar tú eftir eini áhugaverdari og framsøknari fyritøku, sum kann menna teg til at gerast partur
framtíðar handils- og tænastuvinnu?
Vit leita eftir einum eldhugaðum sølulærlingi, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga starvsfólkahópi, sum í dag telur 28 starvsfólk. Sum størsti HVS útbjóðari í Føroyum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan reina orku, vatn, hita, fríska luft, køksloysnir, baðirúm og frítíð.

Tað sum tú kanst bjóða
• Áhuga fyri sølu og kundatænastu
• Tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
• Er eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í nýggjar vørur og tænastur
• Er virkin og íðin at røkka ásettum málum
• Hevur eyga fyri sølumøguleikum og proaktivt søkir hesar
• Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur onnur viðkomandi prógv

Í lærutíðini
Vilja dugnaligir starvsfelagar læra teg upp innan okkara vørur, tænastur og ráðgeving. Stórur dentur verður lagdur á kundarøkt. Vit kunnu bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum, og góðum møguleikum fyri persónligari menning.

Vit bjóða tær
Eitt arbeiðspláss í støðugari framgongd, góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning, dugnaligar starvsfelagar og eitt gott starvsfólkaumhvørvi. Lønin er góð og hægri enn lønartalvirnar hjá Samverk (S&K) áseta.

Starvsviðurskifti
Lærutíðin er:
• 2 ár við HH/miðnámsprógvi, búskaparbreyt ella 3 ár við FHS
• Skúlatíðin er á Business College Syd á Als í Danmark
Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Krosstein, Falkavegur 6, 100 Tórshavn.

Umsókn og freist
Send okkum umsókn, saman við viðkomandi skjølum, við telduposti til kristian@krosstein.fo
Tú ert vælkomin at ringja á telefon 294602, um tú ynskir at fáa meira at vita.
Um tú ert tann rætti, kanst tú byrja beinanvegin.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.