Sølu- og gjaldstreytir hjá KROSSTEIN

Handshake-mynd-1

Flutningur

Er einki annað tilskilað, fer flutningur fram fyri rokning og ábyrgd keyparans. Er avtala gjørd um flutning á stað keyparans ella annan stað, sum keypari hevur víst á, verður vøra flutt so nær staðnum, sum flutningsfarið eftir førarans meting kann koma. Roknað verður við, at keypari hjálpir til við avlessing.

Sølutreytir

Fyri vøru undir kr. 375,00, íroknað meirvirðisgjald, verður eingin avsláttur veittur, hóast avtala annars er gjørd um avsláttur.

Fyri vøru, sum keypt er upp á borg, og sum hevur eitt virði undir kr. 125,00, íroknað meirvirðisgjald, verður álagt avgreiðslugjald.

Gjalding

Er eingin føst avtala gjørd, verður goldið netto kontant við móttøku av fakturu.

Ein og hvør avsláttur er treytaður av, at goldið verður stundisliga.

Vantandi gjald ber við sær rentuskyldu. Renta á 1,5% verður roknað ein mánað eftir fráboðan av kravi.

Returvøra

Vøra verður bert tikin retur, um avtala er gjørd um hetta frammanundan í hvørjum einstøkum føri. Vøra skal vera óbrúkt, lýtaleys og í upprunaligari innpakking. Vøra, ið vit serstakt hava útvegað fyri kunda, verður ikki tikin retur.

Til at veita trygd fyri, at vøra er keypt frá okkum, skal keypari leggja fram fakturu upp á vøruna, tá ið vøran verður latin retur.

Góðkend returvøra verður góðskrivað við frádrátti á minst 10% av fakturaprísi og skal verða send goymslu okkara franko.

Góðkend returinnpaking verður góðskrivað, um hon er send okkum franko í óskaddum líki áðrenn tríggjar mánaðir eftir veiting.

Brek

Tá ið keypari hevur fingið vøru, skal hann beinavegin og áðrenn nýtslu kanna, um brek er við henni. Endurgjaldskrav fyri brek, herundir mongdarmun, ið verður ella átti at verið funnið við slíkari kanning, skal vera sett fram beinavegin og í seinasta lagi átta dagar aftaná, at vøra er flutt á stað keyparans. Annars verður endurgjaldskrav ikki góðtikið.

Vit átak okkum onga endurgjaldsábyrgd av breki, ið er elvt av óhóskandi ella skeivari nýtslu.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.