6W3A8532

Skrivstovulærlingur til KROSSTEIN

Leitar tú eftir eini áhugaverdari og framsøknari fyritøku, sum kann menna teg til at gerast partur
framtíðar handils- og tænastuvinnu?
Vit leita eftir einum eldhugaðum skrivstovulærlingi, sum vil gerast partur av okkara dugnaliga
starvsfólkahópi, sum í dag telur 28 starvsfólk. Sum størsti HVS útbjóðari í Føroyum, veita vit tilfar,
tænastur og ráðgeving innan reina orku, vatn, hita, fríska luft, køksloysnir, baðirúm og frítíð.

Tað sum tú kanst bjóða
• Áhuga fyri bókhaldi og umsitingarligum uppgávum
• Tænastusinnað/ur og dugir væl at samskifta við viðskiftafólk og starvsfelagar
• Er eldhugað/ur og hevur áhuga at seta teg inn í bókhald og umsiting
• Er virkin og íðin at røkka ásettum málum
• Hevur lokið miðnámsútbúgving ella hevur onnur viðkomandi prógv

Í lærutíðini
Fært tú innlit og upplæring innan bókhald, fyriskipan og annað vanligt skrivstovuarbeiði. Vit kunnu
bjóða eitt spennandi og gott arbeiðspláss við góðum arbeiðsumstøðum, og góðum møguleikum fyri
persónligari menning.

Vit bjóða tær
Eitt arbeiðspláss í støðugari framgongd, góðar umstøður fyri fakligari og persónligari menning,
dugnaligar starvsfelagar og eitt gott starvsfólkaumhvørvi. Lønin er góð og hægri enn lønartalvirnar
hjá Samverk (S&K) áseta.

Starvsviðurskifti
Lærutíðin er:
• 2 ár við HH/miðnámsprógvi, búskaparbreyt
• 3 ár við FHS
Starvsstaður er í høvuðssætinum hjá Krosstein, Falkavegur 6, 100 Tórshavn.

Umsókn og freist
Umsókn, saman við viðkomandi skjølum, skal vera okkum í hendi innan týsdagin 15. august 2023
á teldupost kristian@krosstein.fo
Tú ert vælkomin at ringja á telefon 294602, um tú ynskir at fáa meira at vita.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.