Vegleiðing til undirbrúkarar

Hví undirbrúkara?

Við tí nýggja nethandlinum, gerst tað lættari at fyrireika arbeiði til næsta dag. Við snildfonini ella iPad, gerst gjørligt at bíleggja tær vørur ið tú skal brúka til næsta dag, áðrenn tú endar dagin á arbeiðsplássinum. Við fleiri brúkarum, gerst gjørligt hjá fleiri persónum at keypa inn og tí eisini leggja arbeiði betur til rættis, ið sparir tíð úti á arbeiðsplássunum.

Soleiðis stovnar tú ein undirbrúkara

  1. Trýst á “Undirbrúkarar” á valmyndini á vinstru síðu undir mín brúkari
  2. Her sært tú allar tínar undirbrúkarar, uppi í høgra horni kanst tú stovna ein nýggjan brúkara við at trýsta á “+Nýggjan undirbrúkara”
  3. Útfyll teigarnar
  4. Undir rættindi, kanst tú velja um brúkarin skal kunna síggja allar ordrar ella bert bíleggja
  5. Trýst á “Stovn brúkara”

 

Vinarliga legg til merkis, at undirbrúkarar bert síggja bruttoprísir. Høvuðsbrúkarin sær allar prísir við avsláttri, um tit velja at geva undirbrúkara rættindi til at síggja ordrar eisini, sær undirbrúkaran allan avsláttur ið høvuðsbrúkarin hevur fingið á sínum ordrum. Um ein brúkari eigur at fáa avsláttur, kemur hesin á tá ið vit móttaka ordran í okkara fíggjarskipan.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.