mvg

Endurrindan av MVG fyri hitapumpur

Góðkend umsókn frá Umhvørvisstovuni skal vera TAKS í hendi í seinasta lagi 31. mars 2026. Samlaðu útreiðslurnar skulu vera hildnar í seinasta lagi 31. desember 2025.

Treytin er, at hetta er ein hitapumpa, ið nøktar 80% av orkutørvinum. Harumframt krevst at hitapumpan verður keypt og installerað av einum góðkendum installatøri.

KROSSTEIN hevur góðkenning sum hitapumpuinstallatørur. T.v.s. at vit syrgja fyri at hitapumpan verður uppsett og sett til. Vit kunnu eisini vegleiða um hvør orkuloysn hóskar seg best til tín.

Til ber at søkja Taks um at fáa endurrindað meirvirðisgjaldið, tá ið hitapumpan er sett upp og alt arbeiðið er liðugt gjørt.

Á umsóknarblaðnum, sum kann síggjast niðanfyri, skal hitapumpuinstallatørurin eisini vátta, at hitapumpan uppfyllur treytirnar um endurrindan.

 

Umsóknarblað

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.