Hitapumpa og luftskiftisskipan í eini heildarloysn

Skalt tú byggja nýtt og leitar tú eftir einari heildarloysn til títt heim, so kunnu vit bjóða tær eina umhvørvisvinarliga og orkusparandi hitapumpuskipan, sum samstundis tryggjar tær og tínum eitt gott inniumhvørvið við einari luftskiftisskipan.

Í nýggju bygningskunngerðini er ásett, at nýggj hús skulu hava eina luftskiftisskipan. Hetta kemst av at nýbygd hús eru sera tøtt, fyri at hitatapið skal vera so lágt sum gjørligt. Hetta krevur so eisini eina luftskiftisskipan, so at inniumhvørvið er gott og vandin fyri fukti/blámusoppi ikki í kemur.

Hjá KROSSTEIN umboða vit svenska merkið Comfortzone, ið framleiðir eitt slag av hitapumpum, ið kallast ‘Frånluft hitapumpur’.

Frånluft hitapumpur virka á tann hátt, at ein íbygd luftskiftisskipan endurnýtur orkuna úr inniluftini til upphiting. Hetta verður gjørt við at inniluftin verður sogin út úr baðirúmum og køki inn í hitapumpuna. Nýggj luft verður síðani blást inn í kømur og stovu. Innblásta luftin verður upphitað av hitapumpuni, umframt at skipanin eisini megnar at hita upp radiatorar og ella gólvhita. Harumframt veitir hitapumpuskipanin eisini heitt brúksvatn til búfólki.

Við einari Comfortzone hitapumpu ber til at fáa eina góða heildarloysn, har luftskiftisskipanin verður tvinna saman við hitapumpuskipanina. Harvið gerst tann samlaði íløgukostnaðurin ikki eins stórur, um ein skuldi keypt hitapumpu og luftskiftisskipan hvør sær.

Tað er eingin loyna, at nógvar hitapumpuskipanir eru ógvuliga kostnaðarmiklar og at afturgjaldstíðin av íløguni kann gerast drúgv. Verður íløgan í eina hitapumpu hinvegin tvinna saman við aðrar íløgur, sum skulu gerast kortini, so gerst kostnaðurin meiri skilagóður.

Á myndunum sæst, at talan er um eina heildarlosyn, sum hevur luftskifti, upphiting við gólvita ella radiatorum og heitt brúksvatn.

Hendan hitapumpuloysnin er nýggj á okkara leiðum, men hon er rættiliga vanlig í Svørríki, har hon verður mett at vera eitt gott alternativ, tá hugsað verður um samlaðu íløguna við at fáa sær hitapumpu.

Í Føroyum er longu fleiri nýggj húsarhald, ið nýta hesa orkuskipanina.

 

Sett teg í samband við okkara ráðgevaratoymi og fá eitt óbindandi tilboð.

Um tú ynskir eina frånluft hitaloysn frá okkum, so hjálp vit í allari tilgongdini.

  • Vit áseta stødd á hitapumpu.
  • Vit syrgja fyri uppsetan av hitaskipanina og uppstarti.
  • Vit gera eitt árligt eftirlit, sum tryggjar langtíðarvirði á tíni hitapumpu.
  • Vit veita 5-ára garanti til tey, ið hava viðlíkahaldsavtalu.
Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.