Sølufólk til KROSSTEIN
Vit leita eftir einum álítandi og tænastusinnaðum sølufólki til handil okkara. Tú verður ein
týðandi partur av okkara dagliga arbeiði og við til at tryggja, at kundar okkara altíð fáa eina
framúr góða uppliving hjá KROSSTEIN.
Sum sølufólk hjá okkum fært tú eitt spennandi og fjøltáttað starv í einum dugnaligum og
hjálpsomum arbeiðstoymi. Tú verður sett/ur væl inn í okkara breiða vøruúrval og fært
fakliga stuðul og upplæring, so tú altíð kennir teg tryggan í starvinum.
Vit vænta, at tú:
- Hevur eitt lætt og opið lyndi
- Ert fyrikomandi og dugir væl at samskifta við bæði kundar og starvsfelagar
- Arbeiðir sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Ert álítandi og nærlagdur í tí, tú gert
Royndir innan sølu, HVS og Navision eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða:
- Eitt mennandi og avbjóðandi starv í einari fyritøku í støðugari framgongd
- Fjølbroyttar arbeiðsuppgávur
- Eitt jaligt og óformelt arbeiðsumhvørvi, har samanhald og trivnaður eru í miðdeplinum
- Góðar møguleikar fyri fakligari og persónligari menning
Hjá KROSSTEIN raðfesta vit trivnað og arbeiðsgleði høgt. Vit leggja dent á, at okkara
starvsfólk hava tær røttu fortreytirnar fyri at megna sínar uppgávur og mennast í starvinum.
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn er sambært avtalu. Ynskir tú at vita meira um
starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Kristian Krosstein á tlf. 29 46 02.
Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á umsokn@krosstein.fo innan fríggjadagin
30. januar 2026.

