sTARVSFÓLKAMYND DISKUR 2024

Sølufólk til KROSSTEIN

Leitar tú eftir eini áhugaverdari og framsøknari fyritøku, so hevur tú nú møguleika at blíva
partur av okkara dugnaliga sølutoymi.

Vit leita eftir sølufólki til handil okkara, sum kann hjálpa okkum við framhaldandi at bjóða
kundum okkara eina framúr góða tænastu.

Sum sølufólk hjá KROSSTEIN, fært tú eitt spennandi og fjøltáttað starv við dugnaligum
starvsfeløgum, sum seta teg inn í okkara breiða vøruúrval og hjálpa tær fakliga, tá tú
hevur brúk fyri tí.

Vit vænta, at tú hevur eitt lætt og opið lyndi og dugir væl at samstarva og samskifta við
bæði starvsfelagar og viðskiftafólk. Somuleiðis vænta vit, at tú ert álítandi og hevur eitt
sjálvstøðugt arbeiðslag. Royndir innan sølu, hvs og Navision er ein fyrimunur.

Vit bjóða eitt spennandi og mennandi starv í einum arbeiðsplássi í støðugari framgongd.
Hjá okkum eru uppgávurnar fjølbroyttar, og tú kemur at arbeiða í einum jaligum og
óformellum umhvørvi, har tú verður partur av okkara dugnaliga handilstoymi, sum er
miðsavnandi eindin í fyritøkuni.

Vit raðfesta persónligan og sosialan trivna høgt og týdningin av, at starvsfólk eru ílatin
til at útinna sínar uppgávur til fulnar, og hava góðar møguleikar fyri fakligari menning.

Starvið verður sett skjótast gjørligt, og løn sambært avtalu.

Ynskir tú at vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við
Svend Inga Krosstein á tlf 29 46 04.

Send okkum umsókn og viðkomandi skjøl á umsokn@krosstein.fo innan mikudagin
28. februar 2024.

Updating…
  • Ongar vørur eru í kurvini.